Kultura

Orð og tónar, Kann eg verða títt barn, Lendið.
17-10-2026
Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Í sendingini hoyra vit upptøkur og tvær samrøður frá tiltakinum "Orð og tónar" á Reinsarínum í Havn tann 24. septembur í ár.

Rakul í Gerðinum tosar fyrst við rithøvundin Arnbjørn Dalsgarð um nýggja stuttsøgusavnið "Kann eg verða títt barn".

Søgurnar fevna um bæði realismu og surrealismu og eru ikki altíð, sum mann heldur. Tað, sum fyrst tykist eyðsæð, kann vísa seg at vera nakað heilt annað. 

Í samrøðuni greiðir Arnbjørn frá, hvussu hann við realismu og surrealismu kannar menniskjalig sambond, leiklut mansins, samkyndan kærleika og ávirkanina frá tøkni og vitlíki.

Hann metir eisini um støðuna hjá føroyskum bókmentum í dag og fegnast um týðingar og barnabøkur, men eftirlýsir fleiri skaldsøgur og betri arbeiðsumstøður hjá rithøvundum og forløgum í tí sambandi.

Tann seinna samrøðan er við listamannin Bárð Jákupsson og Kinnu Poulsen, sum hevur samskipa og lutvíst skriva nýggju bókina "Lendið". Bókin lýsir týdningin hjá Bárði sum listamálara, rithøvund, listamiðlara og stuðul hjá yngri føroyskum listafólkum. 

Bárður greiðir frá, hvussu føroyska landslagið, barndómsminni og ferðir við pápanum hava myndað list hansara. Eisini verður tosað um arbeiðið við barnabókum, menningina av føroyskum listamáli og týdningin av at bera upplivingar víðari til onnur. 

Uni Holm Johannesen ger samrøðuna við Bárð Jákupsson og Kinnu Poulsen. 

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Vertur: Eyðfinn Jensen

Samband: eydfinn@kvf.fo

Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
17-10-2026
Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
08-10-2026
Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
24-09-2026
Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
10-09-2026
Lív Mikkelsen leggur til rættis
04-03-2026