Norðurljóð

Tá tónleikurin hjá glataðu spælimonnunum fær nýtt lív
18-10-2026
Samrøða við Rune Tonsgaard Sørensen úr danska bólkinum Dreamers´ Circus um nýggju útgávu teirra The Lost Musicians

Hvat hendir, tá tónleikurin í eini skaldsøgu sleppur út úr bókini og fer at liva sítt egna lív á palli. Tað hevur danska fólkatónleikatrioin Dreamers' Circus sett sær fyri at kanna við nýggju útgávuni The Lost Musicians. Útgávan er sprottin úr samstarvinum við dansikompaníið Aaben Dans og úr hugtakandi skaldsøguni Glataðu spælimenninir, sum William Heinesen gav út í 1950.
Tað, sum upprunaliga varð skrivað til eina dansiframførslu, har tónleikur og rørsla runnu saman, er nú vorðið til eina sjálvstøðuga tónleikaútgávu.
Her verður lurtarin drigin inn í ein heim, sum skiftir millum tað dreymakenda, tað myrka, tað leikandi og tað inniliga.
Tónleikurin hjá Dreamers' Circus flættar norðurlendskan fólkatónleik, klassiskan tónleik og improvisatión saman, meðan røddin hjá føroyska sjónleikaranum Olaf Johannessen ber brot úr tekstinum hjá Heinesen fram og gevur tónunum eina frásøgurødd.
Í miðdeplinum stendur Rune Tonsgaard Sørensen, violinleikari í trioini, sum við The Lost Musicians er farin undir eina øðrvísi tónlistarliga ferð. Men hóast Dreamers' Circus er danskur bólkur, eru eisini føroysk bond í tónleikinum og í søguni hjá Rúna sjálvum, hann hevur nevnuliga føroysk ættarbond og vitjar eisini her javnan.
Í sendingini práta vit við Rune Tonsgaard Sørensen um, hvussu William Heinesen og Tórshavn í skaldsøguni hava kveikt tónleikin, um leiðina frá dansipalli til plátuútgávu og um føroysku bakgrundina, sum er ein partur av hansara tónlistarliga samleika.
Ragnar A. Jacobsen hevur lagt til rættis

Norðurljóð

Norðurljóð er sending, har nýggjur norðurlendskur tónleikur er í fokus. Hvørja viku lodda vit dýpið hvat fyriferst á norðurlendska tónleikapallinum og sjáldan er tónleikurin í sendingini meir ein eina viku gamal.

Stóru norðurlendsku málini skulu hoyrast hvørja ferð. Tónleikurin skal í høvuðsheitum ikki verða meira enn nakrar vikur gamal og eru nakrar føroyskar relatiónir, ongantíð betur.

Samrøða við norska Odd Nordstoga um nýggju útgávu hansara Før du går
26-10-2026
Samrøða við Bo Sundström, oddamannin í svenska bólkinum Bo Kaspers Orkester, um nýggju útgávu teirra Just när du trodde allt var över
19-10-2026
Samrøða við Rune Tonsgaard Sørensen úr danska bólkinum Dreamers´ Circus um nýggju útgávu teirra The Lost Musicians
18-10-2026
Samrøða við Gunnhild Sundli og Magnus Børmark úr norska bólkinum Gåte, um nýggju utgávu teirra Sigil
12-10-2026
Samrøða við norska Hans Inge Fagervik
28-09-2026
Samrøða við Oscar Mukherjee, oddamannin í danska bólkinum The Mukherjee Development, sum kemur til Føroyar um stutta tíð
21-09-2026
Samrøða við Simon Kvam, um HUGGET I STEN, nýggju útgávuna hjá HUGORM
14-09-2026
Samrøða við limirnar í danska bólkinum APHACA, um nýggju útgávu teirra Vild Ungdom
16-03-2026
Samrøða við svensku Ebbu Forsberg um nýggju útgávu hennara Amen, Amen, Amen, sum er ein fagnaðarútgáva til Leonard Cohen
02-03-2026
17 ára gamali STORM, verður við í finaluni í norsku melodi grand prix kappingini, sum verður í Håkons høllini í Lillehammer leygarkvøldið 28 februar
16-02-2026
Samrøða við limirnar í svenska bólkinum Dina Ögon, um nýggju útgávu teirra Människobarn
09-02-2026
Samrøða við norsku Inu Wroldsen um nýggju jólaútgávu hennara The Business of Christmas
22-12-2025