- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Albumútgávan 'Arrival' verður av mongum søgd at vera tann besta hjá teimum fýra svenskarunum í ABBA: Annifrid Lyngstad, Björn Ulvaeus, Agnethu Fältskog, og Benny Andersson. Tað var tann fjórða í røðini og tøk í 1976. 'Arrival' stendur á tremur við hittløgum; millum onnur tað av mongum mett sum tað størsta hjá bólkinum; 'Dancing Queen'. Haraftrat kunnu nevnast løgini: 'Money, Money Money', 'Knowing Me, Knowing You', og 'When I Kissed the Teacher'. Utgávudagur var tann 11. oktober 1976 í Svøríki tann, og síðani í øðrum londum. Í USA var hann tíðliga í 1977.
ABBA hevði longi verið í einari ávegis støðu. Bólkurin var hampiliga væl kendur í ymsum londum, men eitt enn størri gjøgnumbrot var gjørligt, tí sjálvt um Mamma Mia lagið hevði verið ein bretskur hittlistaeittari í 1976, og Fernando eisini var komið á singleplátu, siktaði bólkurin enn hægri. Tann heilt stóri vinningurin kom so við 'Arrival', ið lyfti bólkin upp á 'superstardom' stigið, har nøvn sum Bee Gees og Olivia Newton-John eisini vóru í sjeytiárunum.
Tey tíggju løgini høvdu verið tikin upp í tíðarskeiðnum frá august 1975 til september 1976. Tað fór fram í Metronome og Glen upptøkuhúsunum í Stokkhólmi, og Polar Records góvu Arrival út fyri Abba. Húsin er sera eyðkendur við myndini av teimum fýra bólkalimunum í einari tyrlu.
Plátubarrin 31. oktober 2026

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.











