- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Vit høvdu vitja av Vár Samuelsen, sum heldur skeið í myndatøku á Føroy Fólkaháskúla. Iceland Airwaves verður í næstum. Í tí sambandi høvdu vit vitjan av Jóna Strøm og Bjarna Jacobsen frá Tunghoyrt, Streingrími Hallson frá RSP umframt Janusi Rasmussen og Sakarisi Joensen úr Íslandi. Glenn Larsen frá FMX luttók eisini. Andras Spang Olsen og Sigurður Flósason vóru á gátt í sambandi við konsert - ella dans - hjá Tórshavnar Bigbandi í Sjónleikarhúsinum. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn og frættu frá Sonju Johannesen um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Heimamissiónin skipar fyri Stórmøti við Tjarnir. Jákup Brúsá var við okkum umvegis telefon. Fjølmentanarvikan byrjar fríggjadagin. Jóna Kristin Thomsen, integratiónsráðgevi hjá TK og Fía Lindenskov, integratiónssamskipari hjá TK vóru á gátt. Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen løgdu til rættis. Gott vikuskifti! :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.