- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kultura

Eli Tausen á Lava er eitt av teimum ungu føroysku tónaskøldunum, sum gera vart við seg bæði her heima og úti í heimi.
Eli hevur útbúgving í tónasmíði úr Malmö og New York og arbeiðir bæði við klassiskum samtíðartónleiki og elektroniskum tónleiki.
Í síðstu viku fekk hann Virðisløn landsins til ungt listafólk, og tónaverkið Let Me Cry varð eisini tilnevnt Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.
"Nú tørvast skaldarljóð" er heiti á stórverki, sum Turið Siguðardóttir hevur ritstjórna um skaldskapin hjá Jóannesi Patursson.
Vit hoyra brot úr Orð og tónum, tá Uni Holm Johannesen og Turið Sigurðardóttir skiftu orð um bæði mannin og verkið.
Svenska dansiframsýningin Boreali Land verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 1. november sum partur av Fjølmentanarvikuni.
Men kann dansur skapa samband millum fólk, sum ikki tosa sama mál? Og hvussu hevur dansur tað sum listagrein í Føroyum?
Tað spyrja vit Annu Borrás, dansara úr Svøríki, og Jónu Thomsen, verkætlanarleiaði fyri Fjølmentavikuna.

Kultura
Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.
Vertur: Eyðfinn Jensen
Samband: eydfinn@kvf.fo