Leitisstein

LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
30-10-2026
Berghamar-eftirnavnið lýgur ikki. 26 ára gamla Eva Berghamar, sum er oddakvinna í danska poppbólkinum Kayak, er úr góðum føroyskum bergi brotin

"Eg komi úr einum heimi við nógvum tónleiki," staðfestir Eva Berghamar, oddakvinna danska indie-poppbólkinum Kayak, sum er í holt við at leggja Danmark fyri sínar føtur. Og tað kann spurnartekin ikki setast við. Abbi Evu er hin navnframi Øssur Berghamar, ið flestir føroyingar kenna frá hansara virksemi í Kristnastovu á Amager, meðan pápi hennara er Andrew Berghamar, sum er prestur í Skovlund fríkirkjuni í Ballerup, sum millum annað hevur skrivað framúrskarandi sangin "Beauty" hjá Salt. Higartil hevur Kayak útgivið tvær EP'ir. "Ind i solen", sum kom út í ár, og "Under øjenlåg", sum kom út í fjør. Báðar EP'irnar vera spældar í sendingini, meðan prátað verður við Evu Berghamar um hennara tónlistaliga yrki. 

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21. 

Berghamar-eftirnavnið lýgur ikki. 26 ára gamla Eva Berghamar, sum er oddakvinna í danska poppbólkinum Kayak, er úr góðum føroyskum bergi brotin
30-10-2026
Fyrsta solo-sendingin eftir summarsteðgin, har nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur frá Leon Bridges, Interpot, Fontaines DC, The War On Drugs og mongum øðrum er at hoyra
24-10-2026
Í summar gav føroyski indiepopp/rokk-bólkurin Telemama út sjálvnevnda debutplátu. Limirnir í Telemama eru gestir í sendingini, sum er spikahamrandi feit og undirhaldandi
16-10-2026
Janus Rasmussen er gestur í sambandi við, at hann í summar útgav plátuna "Inert". Janus er byrjaður at syngja aftur, og tað er spikahamrandi feitt
09-10-2026
"På en måde er det rart" eitur debutplátan hjá Leu Eyðbjørg, sum er eitt tað mest spennandi navnið á danska tónleikapallinum í løtuni. Lea Eyðbjørg er gestur í sendingini
02-10-2026
"öð [øh]" eitur debutplátan og nýggja tónleikaverkætlanin hjá gávaða Benjamin Djurhuus, ið er gestur í sendingini.
25-09-2026
Regin Guttesen, ið hevur skrivað hitt sum "Summar við tær" og "Ein glotti fyri framman", er gestur í sendingini
18-09-2026
"Bønir" eitur nýggja fløgan hjá Silvurdrongi, har hann veruliga tekur orðafellið "talan er silvur" til sín og sigur sína hjartans meining um støðuna í heiminum í dag
11-09-2026
Føroyska stjørnuskotið í Danmark, Fríða Saiya, er gestur í sendingini í sambandi við, at hon herfyri gav sína fyrstu EP út, "['fryi:ja 'sai:ja]
04-09-2026
"Wagon Wheels" eitur debutplátan hjá alternativa føroyska countrybólkinum Kóboykex, ið er mannaður við Heiðriki á Heygum og Sigmundi Zachariassen.
05-06-2026
Høgni Lisberg er aftur í ár gestur í sambandi við, at G! skráin er evnið í sendingini. Jón Tyril er eisini á gátt, og prátað verður somuleiðis við Sakaris um Oliver Tree
29-05-2026
"The More You Know" eitur fyrsta heildarútgávan hjá Marionnu Winter, sum er gestur í sendingini
22-05-2026