Ung lesa

Ung lesa 2 - 1. partur
10-11-2026
Grafiskar skaldsøgur

Grafiskar skaldsøgur 

Systrarnar Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen práta við Silju Aldudóttur, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, um ungdómsbøkur. 

Í hesum partinum tosa vit um grafiskar skaldsøgur til ung. Vit tosa um, hvat er serligt við at lesa júst hetta tekstslagið, og hvat myndirnar leggja aftrat søgunum. Vit kava niður í bøkurnar “Men hvat hendi við tær?”, “Heimurin hjá Suffíu”, “Mist kall” og “Hvíti fuglur”. 

Bókin “Men hvat hendi við tær?” lýsir, hvussu ein genta stríðist við etingarólag. Myndirnar vísa, hvussu etingarólagið er sum eitt skrímsl, sum ikki vil geva gentuni frið. Norska Jenny Jordal hevur skrivað og myndprýtt, og Hildigunn Niclasen týddi til føroyskt. 

“Heimurin hjá Suffíu” er ein grafisk skaldsøga í tveimum pørtum, sum er bygd á skaldsøgu eftir norska høvundin Jostein Gaarder. Henda nýggja útgávan av bókini leggur nýggj perspektiv aftrat tí upprunaligu søguni um Suffíu, og hóast teknistílurin er klassiskur, er frásøgnin spælandi og humoristisk og eksperimentar við metafrásøgn. Vincent Zabus hevur endursagt søguna, og tekniseriuskaparin Nicoby hevur teknað. Bára Svabo Persson týddi bókina úr norskum. 

“Mist kall” snýr seg um, hvussu gentan Rebekka upplivir tíðina eftir yvirgangsatsóknina á Utøya. Hon blívur við at hugsa um ræðuleikarnar, samstundis sum lívið heldur fram við miðnámsskúla, vinum og kabarett. Men hvussu kann lívið bara halda fram? Bókin er minimalistisk og brúkar serliga litir at vísa bæði tíð, huglag og kenslur. Bókin fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2022. Norska Nora Dåsnes hevur skrivað og myndprýtt, og Beinir Bergsson týddi til føroyskt. 

“Hvíti fuglur” snýr seg um eina unga, jødiska gentu, sum má krógva seg í einari hoyløðu undir øðrum heimsbardaga. Bókin er rørandi, og stílurin er vakur, realistiskur og setir søguna í fokus. Amerikanski høvundurin R.J. Palacio hevur skrivað og myndprýtt, og Ása H. Ellefsen týddi til føroyskt.

Ung lesa

Í sendingini fara systrarnar Olivia og Jóna Reinert Joensen saman við Silju Aldudóttir at práta um spennandi bøkur og stór evni sum kærleika, vinarlag, stríð og samleika.

Hvør partur tekur støði í einari ella fleiri bókum og gevur eitt ungt sjónarhorn á søgurnar.

Grafiskar skaldsøgur
10-11-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
25-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
18-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
11-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
04-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
21-07-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
14-07-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
07-07-2026
Poddvarprøð í átta pørtum
30-06-2026