- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Bókadagar 2026 verða í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Í ´tí sambandi var Thurið Johannesen, produsentur, á gátt og greiddi frá. Vivian Sjóðklett gevur út nýggja bók og í tí sambandi ein sang. Hon var beinleiðis gestur í sendingini. Vit ringdu til Visit North, har Sigrið Mikkjalsdóttir greiddi frá um tiltøk í Norðoyggjum um vikuskiftið. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Sólja av Skarði greiddi frá um tiltøk í Havn um sikuskiftið. Aldubáran spælir konsertir um vikuskiftið. Tað er verkið Vampýrella, sum Páll Sólstein hevur skrivað til eeina bók eftir Edvard Fuglø. Páll Sótstein og Anna Klett vór í tí sambandi gestir í sendingini. Elinborg Pálsdóttir gevur í samstarvi við norska bólkin lagið Animal út. Vit ringdu til Elinborg og spurdu, hvat hetta samstarvið ber í sær. Vit ringdu til til Verkstovuna Virkni, sum heur jólasølu um vikuskiftið. Súsanna Hovgaard Clementsen var gestur í sendingini. Exit Light eitur bólkurin, sum fer at spæla tónleik eftir Metallica um vikuskiftið. Vit høvdu vitjan av Benjamin Petgersen og Hans Hammer. Hvussu gekst hjá føroysku bólkunum, sum spælu á Iceland Airwaves síðsta vikuskiftð? Til at svar upp á hetta høvdu vit vitjan av Steingrími frá RSP og Jóna og Bjarna frá Tunghoyrt. Leivur Thomsen gjørdi sendingina. Gott vikuskifti! :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.