Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Foreign Tongues', The Rolling Stones, 2026
28-11-2026
Seinastu 45 árini hava Rolling Stones útgávur mangan fingið harða viðferð, men ein kann ikki siga tað sama um 'Foreign Tongues', ið teir sum heild hava fingið herðaklapp fyri.

Tólvta juli '26 skrivaði Dylan Jones hjá I-NEWS, at Rolling Stones høvdu gjørt sína bestu útgávu í 48 ár. Tað vil siga, at sambært honum høvdu teir ikki gjørt betri tilfar síðan 'Some Girls' í 1978, tað er hon við 'Miss You' og 'Beast of Burden'. Dagin eftir segði Erwin Storme seg vera samdan. 'Some Girls' var teirra seinasta stórbæra studioverk, og eisini 'Tattoo You' í '81 í minni mun, men als ikki 'Emotional Rescue' í 1980.

Men øll vóru ikki eins positiv um hasa greinina í I-News. Baron Bianchi helt fyri undir Erwin Storme teiginum, at tað var ikki trupult at gera, tí síðan 'Some Girls' hevur The Rolling Stones ljóðað sum sítt egna 'tribute' orkestur, ið man merkja, at teir høvdu staðið í stað síðan '78. Bianchi helt, at '26-útgávan, 'Foreign Tongues', hevur nakað av tí somu orkuni sum 'Some Girls', men onki av 'Foreign Tongues' løgunum hevði verið nóg gott til at sloppið við á 'Some Girls' í '78.

New Musical Express undraðist, at røddin hjá Mick Jagger var so lítið slitin eftir túsundtals tímar á heimsins tónleikapallum og kallaði útgávuna 'fríska' og 'fylta við perlum'. Erik Jensen hjá Politiken undrast, at fólk undrast, at Stones-manningin við sínum høga aldri framvegis kann gera góðan tónleik, og at rokktónleikur er nakað, sum ein dugir best á ungum aldri: -Fyri meg er hetta løgið, ti í so fall er rokktónleikur einasta fakið, har ein ikki gerst betri við árunum ella við royndum.

Plátubarrin 28. november 2026

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Seinastu 45 árini hava Rolling Stones útgávur mangan fingið harða viðferð, men ein kann ikki siga tað sama um 'Foreign Tongues', ið teir sum heild hava fingið herðaklapp fyri.
28-11-2026
Tólvta juli '26 skrivaði Dylan Jones hjá I-NEWS, at Rolling Stones høvdu gjørt sína bestu útgávu í 48 ár, tað vil siga tann besta síðan 'Some Girls' í 1978.
28-11-2026
...framhaldið frá 'Like a Virgin'. Talan var um ta mest selda kvinnuliga tónleikaverkið í øllum 80'unum. Kendastu løgini eru Live to tell, Papa Don't Preach og La Isla Bonita.
27-11-2026
Tann fyrsta Toto-útgávan við Joseph Williams sum forsangara. Kend løg eru 'I'll Be Over You', 'Lea', og 'Till the End'.
14-11-2026
'This Is My Life', 'De Gule Enker', 'Sirenesangen', 'Pilli Willi', og 'Kloden Drejer Stille Rundt' eru kendastu løgini á hesari sættu upprunaplátuni hjá Gasolin'.
07-11-2026
Løgini 'Mamma Mia' og 'SOS' frá árinum fyri fingu nógv fólk at kasta sín alsk á Abbatónleikin, men 'Dancing Queen' og onnur temaløg lyfti bólkin upp í aðrar hæddir í 1976.
31-10-2026
Tann best umtókta útgávan hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Kend løg eru heitislagið, sum er 'The Final Countdown', 'Rock the Night' og 'Carrie'.
09-05-2026
Fyrsta og best umtókta solistútgávan hjá Agnethu Fältskog á enskum máli. Mike Chapman var framleiðari.
02-05-2026
Talan er um eina av mætastu rokkútgávunum í áttatiárunum. Best umtókta lagið, Livin' On a Prayer, er millum heimsins best laðaðu rokkvarðar.
25-04-2026
Tann best umtókta Thomas Helmig útgávan við løgum sum 'Det er mig der står herude og banker på' og 'Nu hvor du har brændt mig af'. Eisini er eitt Gasolin' tøkulag tikið við.
18-04-2026
Poppur, R&B, soul og disco eru stílirnir á hesari best umtóktu LP-útgávu hennara. Løgini Upside Down, I'm Coming Out, og My Old Piano eru poppklassikarar, sum vit enn spæla.
11-04-2026
Talan er um ta seinastu UH útgávuna við David Byron á forsangi. 'One Way or Another', 'Weep in Silence', og 'Misty Eyes' er mest spældu løgini.
04-04-2026