Vikuskiftið

Vikuskiftið 20 nov 2026
20-11-2026
Sending um komandi vikuskifti

Vælkomin til vikuskiftisendingina.Dagfinn Olsen og bólkurin Hvarv geva í næstum út nýtt lag, vit ringdu til Dagfinn um tað, og vit hoyrdu eisini lagið. Handels Messias skal framførast um vikuskiftið. Vit prátaðu við Leif Hansen, kórleiðara hjá Havnarkórinum, og dóttrina Ingeborg, sum er ein av solistunum. Ein forkunnug konsert verður í Finsen, hoyr Birgit og Aksel Remmel greiða frá um tað. Glasir spælir móti miðnámsskúlanum í Kambsdali, tað er fótbóltur, tað snýr seg um. Vit ringdu í tí sambandi til Berg Poulsen, samskipara. Jól við Løkin verður um vikuskiftið, og tí sambandi lutaðu vit burtur tvey atgongumerki til tey, sum skrivaðu inn í sms skipanina. Vinnari gjørdist ein lurtari úr Saltangará. Vit fingu eisini í tí sambandi vitjan av Lailu Carlsen og Sølvu Ford, sum báðar syngja við. Sum siður er, løgdu bit leiðina á gátt hjá Visit Tórshavn, har Símun Fríði Guldborg Nielsen greiddi frá um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Vit ringdu eisini til Visit North í Klaksvík, har Vár Egilsdóttir Joensen greiddi frá um tiltøk í Norðoyggjum um vikuskiftið. Vælkomin til vikuskiftissendingina. Verturin eitur Leivur Thomsen.

Vikuskiftið

Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.

Sending um komandi vikuskifti
20-11-2026
Sending um vikuskiftið, ið er fyri framman
13-11-2026
Vikuskiftishugni og prát um tiltøk um vikuskiftið
06-11-2026
Sending um vikuskiftið
30-10-2026
Sending um vikuskiftið
23-10-2026
Sending um vikuskiftið
16-10-2026
Sending um vikuskiftð
09-10-2026
Sending um komandi vikuskiftið
02-10-2026
Sending um komandi vikuskiftið
25-09-2026
Sending, ið snýr seg um hetta vikuskiftið. Og annað.
18-09-2026
Sending, ið snýr seg um vikuskiftið
11-09-2026
Sending um vikuskiftið
04-09-2026