- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orðaval

Orðaval #42: Broytingar í málinum, hvussu gongur tað fyri seg?
23-11-2026
Lena Reinert er gestur í sendingini, ið viðgerð, hvussu broytingar í málinum hendan. Vertur er Øssur Egholm
Vit málbrúkarar avgera, hvørjar broytingar henda í føroyskum. Stovnar eru, ið áseta nakrar reglur, serliga í skriftmálinum, men í longdini eru tað vit, sum við okkara málnýtslu kunnu broyta málið, og stovnarnir fylgja so við. Tá tað ikki tykist so, so er tað tí, at vit eiga málið saman, og samogn kann vera strævin, vit mugu hava hinar málbrúkararnar at góðtaka broytingarnar. Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur. Øssur Egholm leggur til rættis.

Orðaval
Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.
Lena Reinert er gestur í sendingini, ið viðgerð, hvussu broytingar í málinum hendan. Vertur er Øssur Egholm
23-11-2026
Skaldskapur av mannamunni, við denti á sagnir, er evnið. Eisini verður tosað um Miklamálgrunnin, sum er nýggjur grunnur, ið Fróðskaparsetrið hevur tikið stig til
09-11-2026
Í sendingin hesaferð eru evnini millum annað tvítal og fleirital, men eisini verða árstíðarorðini, heyst, vetur, vár og summar, viðgjørd. Gestur er Bjarni Steintún
26-10-2026
Vit goyma tekst og upptøkur, men tað er ikki nokk til at tryggja varðveitsluna av málinum, talan má eisini endurskapast í hvørjum einasta nýggja menniskja, ið legst afturat
13-10-2026
Hugleitt verður um málsøgu í víðastu merking, men trivið verðu eisini í ávís orð og kannað, hvør upprunin til orðini er. Dagfinn Olsen, lærari, er gestur
30-09-2026
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini heldur, at vit eiga at útbúgva málrøtarar í Føroyum, fyri at røkta føroyska málið. Øssur Egholm leggur til rættis
19-05-2026
Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini er gestur, har tosað verður um málbroytingar, og um munin á føroyskari og íslendskari úttalu
05-05-2026
Í sendingini hesaferð var eitt av evnunum móðurmálsdagurin, ið var 25. mars, sum eisini er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Gestur: Dagfinn Olsen. Vertur: Øssur Egholm
22-04-2026
Hvørji orð sleppa í føroyskar orðabøkur, og eru orð ikki føroysk, um tey ikki eru í orðabókini? Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur. Øssur Egholm er vertur
30-03-2026
Evnið hesaferð var ljóðsvinn, og eisini bleiv tosað um orðini val og atkvøður. Gestur var Bjarni Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini
11-03-2026
Dagfinn Olsen, lærari, er gestur, har tosað verður um Robinson-søgur, tí fyrsta føroyska barnabókin var ein sonevnd Robinson Kruso-søga. Øssur Egholm er vertur
23-02-2026
Børn og ung í dag duga og skilja illa hini norðurlendsku málini, heldur Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini, sum er gestur í sendingini
09-02-2026