- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mannakor og korona

Samfeløg vóru latin aftur í øllum heiminum vegan tilmældu tveir-metra frátøðuna. Eisini her heima. Skúlar, sjúkrahús, stovnar, ellisheim, starvspláss, matstovur, náttarlív og býarlív, mentanartiltøk og ítróttur. Alt var latið aftur, tí vit skuldu halda frástøðu.
At frástøðan skuldi vera just tveir metrar vísir seg í dag at byggja á ivasama vísind. Tilmælir um frástøðu høvdu virka best, um tey vóru meira stigvíst flokkaði við vandum lýstum í smálutir, skrivar the British Medical Journal. Tey granska, hvussu langt dropar spjeiða seg. Gransking um frástøðu og smittu gongur heilt aftur til 1897.
Deyðatíttleikin av koronu her hjá okkum var 0.08%. Í grannalondum okkara var deyðatíttleikin eitt vet størri, men fyri tað mesta undir einum prosenti, sum sagt verður er deyðatíttleikin av vanligum krími.
- Her á okkara leiðum var støðan ikki dramatisk. Okkara átøk vóru vilt yvirdrivin, heldur Jenis av Rana, lækni og politikkari.
- Vit sakna eina eftirmeting av, hvussu tilmælini hava ávirka børn og familjur sálarliga, sigur Sanna á Lømansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Jákup Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag heldur, sum heldur vit sviku teir veiku næmingarnar, saknar somuleiðis meira kanningar um ávirkanina av koronutíðini.
Vit tóku meira atlit til sjúkrahús og røktarstarvsfólk, enn vit tóku til tey gomlu, segði Hildur Høgadalsá, úr Etiska Ráðnum, longu í august 2020. So, tað er ikki tíðindi, at vit ikki bóru okkum rætt at í viðferðini av teimum eldru.
Tað týðandi kjakið er um mannarættindi, sigur Rógvi Olavsson, sum hevur skrivað eina phd-ritgerð um koronufarsóttina. Meðan útbúgvinarleiðarin fyri løgfrøði á Setrinum, Bárður Larsen, heldur at koronatíðin vísur, at fólkaræðisligar mannagongdir verða settar úr gildi, tá trýst er á samfelagið.
Í øðrum parti hyggja vit at korunum hjá okkum føroyingum og hvørji mannarættindi vóru brotin, vegna krøv frá myndugleikum undir koronufarsóttini.

Mannakor og korona
Vit fylgdu øll við, meðan koronavirusið spakuliga nærkaðist og at enda rakti okkum. Síðani komu tilmæli og niðurlæsingar. Vit hyggja aftur á mannakorini undir koronu og spyrja, hvussu stóð til við mannarættindum, fólkaræði og umsorganini fyri føroyingum hetta tíðarskeiðið.
Lagt til rættis: Annika Bolton Mortensen

