- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsuhornið

Heilsuhornið
25-11-2026
Tá rúsdrekka hevur valdið
Ovurnýtsla av rúsdrekka er ein av teimum stóru vandunum fyri fólkaheilsuna, og sambært fólkaheilsukanningini í 2023 drekka drekka 12,3 prosent av fólki í Føroyum ov nógv. Nær drekkur tú ov nógv, hvørjar eru avleiðingarnar, og hvussu ber til at sleppa av alkoholbundinskapin? Gestur í Heilsuhorninum hesa ferð er Høgni Poulsen, rúsviðgerði á Heilbrigdi.

Heilsuhornið
Heilsuhornið er nýggj útvarpssending, har sjóneykan verður sett á kropsliga og mentala heilsu, og hvussu vanar og lívsstílur ávirka okkum. Tosað verður við ymisk fólk um alt frá rørslu, mati og svøvni til strongd, sálarliga vælveru, motivatión og javnvág í gerandisdegnum.
Rannvá Fossaberg leggur til rættis.