- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ung lesa

Systrarnar Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen práta við Silju Aldudóttur, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, um ungdómsbøkur.
Hesa ferð er UNG lesa live á Bókadøgum, har vit tosa um lesivanar og yndisbøkur. Jóna og Olivia hava hvør í sínum lagi valt tríggjar tær bestu bøkurnar, sum hava verið umrøddar í poddvarpinum.
Listin hjá Jónu:
1. Festir í - Hungursleikirnir 2 eftir Suzanne Collins
2. Ríman um sangfuglar og slangur eftir Suzanna Collins
3. Hvíti fuglur eftir R.J. Palacio
Listin hjá Oliviu:
1. Eg, Coriander eftir Sally Gardner
2. Kjarr eftir Rakel Helmsdal
3. Skriva í sandin eftir Marjun Syderbø Kjelnæs

Ung lesa
Í sendingini fara systrarnar Olivia og Jóna Reinert Joensen saman við Silju Aldudóttir at práta um spennandi bøkur og stór evni sum kærleika, vinarlag, stríð og samleika.
Hvør partur tekur støði í einari ella fleiri bókum og gevur eitt ungt sjónarhorn á søgurnar.










