Breddin

Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
26-11-2026
Funnist verður at tilmælunum frá nevndini, og politikarar hava longu boðað frá, at teir taka ikki undir við teimum

Nýskipanarnevndin kom fyrradagin við nýggjum tilmælum.

Hon mælir til at lækka aðalráðini niður í seks - eins og undanfarna nevnd gjørdi.

Nevndin mælir eisini til at strika 10. flokk og at leggja undirsjóvartunlarnar og P.f. Tunnil í eitt felag, við einari nevnd, leiðslu og fyrisiting.

Men longu nú hava fleiri atfinningarsamar røddir verið at hoyra, eisini av politikarum, sum siga seg ikki vilja taka undir við tilmælunum.

Í Breddanum í dag spyrja vit, um hesi trý tilmælini vera gjørd til veruleika.

Gestir: Finn Danberg, formaður í Nýskipanarnevndini, Poul Michelsen, fyrrverandi politikkari og vinnulívsmaður, Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum og í grønlendsku nýskipanarnevndini og Beinir Johannessen, løgmaður.

Vertir: Katrin Johannessen og Frants Jensen, sum eisini var redaktørur

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Funnist verður at tilmælunum frá nevndini, og politikarar hava longu boðað frá, at teir taka ikki undir við teimum
26-11-2026
Landsstýrið ætlar at skerja stuðulin til tónleikavinnuna - hvørjar verða avleiðingarnar, spyrja vit í sendingini í dag
24-11-2026
Tað ber til at skifta millum langtíðarleigu og stutttíðarleigu og framvegis varðveita skattafrádráttin
20-11-2026
Í sendingini spyrja vit m.a. Aksel V. Johannesen, sum nú er landsstýrismur í fíggjarmálum, hví hann er snaraður 180 stig í síni áskoðan um skatt
19-11-2026
337 føroysk heilsustarvsfólk eru í yvirliti hjá heilivágsrisanum, sum eru flokkað eftir, hvussu jaligan hugburð tey hava til júst heilivágin hjá fyritøkuni
17-11-2026
Broytingar í miðlastuðlinum og ávirkanin hjá vitlíki á bókmentirnar eru evnini í Breddanum.
13-11-2026
Nýggja talgilda skipanin Kervi+ verður so líðandi tikin í nýtslu í føroysku skúlunum. Men ikki øll eru fegin um skipanina, sum hevur elvt til ónøgd og kjak á sosialu miðlunum
12-11-2026
Kann ein fyritøka gerast ov stór til, at myndugleikarnir tora at ganga ímóti henni?
10-11-2026
Vit tosa við umboð fyri vinnu og myndugleikar, og í suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seoul hava vit hitt ein fiskakeypara, sum hevur vitjað í Føroyum
06-11-2026
Beinir Johannesen, løgmaður, og Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum svara spurningum. Vit varpa eisini ljós á miðskeiðisvalið í USA
05-11-2026
- Hvat gera teir báðir politisku flokkarnir í USA at fyrireika seg til næsta forsetaval, nú miðskeiðisvalið hevur verið?
05-11-2026
Skiftir kongressin lit, og verður blá, verður tað ikki so lætt hjá Donaldi Trump, forseta, at fremja sín politikk í verki
03-11-2026