Sleppur ikki at selja avlopsstreym til SEV

22.10.2019 - 13:03
InnlendisTøkni
Sleppur ikki at selja avlopsstreym til SEV
Ólavur Poulsen, sum framleiðir sín egna streym við vatnorku, sleppur ikki at selja avlopsstreymin til SEV, sum vil keypa alt ella einki
Mynd: Nýhugsan.fo  

Set eina vatnmyllu upp, ger tín egna grøna streym, og sel restina til SEV.

Tað ljóðar bæði grønt og einfalt.

Tað helt Ólavur Poulsen í Vatnsoyrum eisini, tá hann brúkti 200.000 krónur til eitt vatnorkuverk.

Men í dag er hann vónsvikin av SEV.

SEV: Øll mugu rinda til samhaldsføstu skipanina

Tíðindaportalurin Nýhugsan.fo hevur vitjað vatnorkuverkið í Vatnsoyrum. Prátið við Ólav Poulsen kann síggjast her

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV