Munur á streymprísi: Sólorkan gevur mest

24.10.2019 - 09:13
InnlendisPengar
Munur á streymprísi: Sólorkan gevur mest
Stórur munur er á prísinum, sum SEV vil rinda privatum fyri avlopsstreym. Sólorka er hægst í metum.

Umhugsar tú at framleiða tín egna streym og síðani selja avlopið til SEV, so er vert at kanna prísyvirlitið hjá SEV fyrst.

Tí tað er ymiskt, hvat SEV rindar fyri streymin.

Prísásetingin byggir á einans á framleiðslukostnaðin, spyrst tú Hákun Djurhuus, stjóra í SEV.

Sólorkan gevur besta prísin

Streymur frá sólorku er tvífalt so dýrur sum streymur frá vindorku.

Hevur tú eina vindmyllu í garðinum, so vil SEV lata tær 35 oyru fyri kilowatt-tíman.

Hevur tú hinvegin eitt lítið vatnorkuverk , so fært tú 50 oyru fyri kilowatt-tíman.

Besta prísin fært tú frá sólorkuni. Hevur tú eitt sólpanel á tekjuni, so kanst tú selja tann streymin til SEV fyri 75 oyru kilowatt-tíman - helvtina meir enn streymin frá vatnorku og meira enn tvífalt tað, tú fært fyri streymin frá vindorkuni.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444