Flotin endurnýggjast fyri 300-350 milliónir

Flotin endurnýggjast fyri 300-350 milliónir
Tjóðveldi fer á tingfundinum mánadagin at leggja fram uppskot til samtyktar um at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni
Nýggj nólsoyarferja og nýggj kalsoyarferja kosta millum 90 og 100 milliónir krónur hvør
 
01.11.2019 - 14:02

Tjóðveldi skjýtur upp at gera eina breiða politisku semju um at endurnýggja allan strandferðsluflotan fyri 300-350 milliónir krónur eftir nøkrum árum. 

Verður undirtøka fyri at seta 50-60 milliónir krónur av um árið, kann allur flotin endurnýggjast eftir fimm ella seks árum. 

Nýggj nólsoyarferja og nýggj kalsoyarferja kosta millum 90 og 100 milliónir krónur hvør, og nýtt skip til Skúvoyarleiðina og Fugloyar- og Svínoyarleiðina fara at kosta millum 40 og 50 milliónir hvørt, sigur Tjóðveldi.

Nýggju ferjurnar eiga at verða smíðaðar soleiðis, at brennievnið í mest møguligan mun verður varandi orka, til dømis ravmagn ella vetni, sigur flokkurin í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454