Bólkur 5B skal sleppa at fiska restina av árinum

11.11.2019 - 13:42
InnlendisVinna
Bólkur 5B skal sleppa at fiska restina av árinum
Bátarnir í bólki 5 B skulu sleppa at fiska, tað sum eftir er av árinum. Landsstýrismaðurin fer at broyta kunngerðina og flyta dagar frá 5A til 5B
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at flyta dagar frá bólki 5A til 5B.
Mynd: Savnsmynd  

Kunngerðin um fiskiskapin hjá bátunum í bólki 5 skal broytast, soleiðis at dagar verða fluttir frá fult riknu bátunum í bólki 5 A til ikki fult riknu bátarnar í bólki B.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú tað vísir seg, at dagar fara at vanta í hjá bátunum í bólki 5 B.

Vørn upplýsti í farnu viku, at dagarnir hjá bátunum í bólki 5 B fækkast í stórum, og hósdagin átti hesin bólkurin bara 205 dagar eftir.

Tá vísti uppgerðin, at fult riknu bátarnir í bólki 5 A áttu 1587 dagar eftir.

Og við at broyta kunngerðina, ber til at loysa málið, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Týsdag 30. apríl
Samværi 033 - at geva út
174140
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283