Skattamálið: Fútin væntar avgerð innan eitt ár

bannari
13.11.2019 - 12:22
Innlendis›112
Skattamálið: Fútin væntar avgerð innan eitt ár
Løgreglan hevur sent skattamálið um Eik til ákærumyndugleikan. Partarnir hava bíðað í tvey ár og hava tí rætt til skjóta viðgerð, lovar fútin

Løgreglan eru nú liðug við sínar kanningar av skattamálinum um gamla EIk Banka og hevur sent málið til ákærumyndugleikan til løgfrøðiliga meting.

TAKS meldaði Betri Banka til løgregluna fyri góðum tveimum árum síðani, eftir at løgfrøðingurin Bárður Larsen hevði kannað, hvat fór fram í sambandi við viðgerðina av sjálvuppgávuni hjá bankanum fyri árið 2011.

Løgreglan hevur síðani - í samstarvi við danska bakmanspolitiið - kannað, um revsimál kann reisast móti bankanum fyri skattaundandrátt fyri 90 milliónir krónur.

– Partarnir í málinum hava nú bíðað í tvey ár eftir eini niðurstøðu, og tí hevur málsviðgerðin høga raðfesting hjá ákærumyndugleikanum, lovar Michael Boolsen, fúti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213