Amnesty: Tørvur á betri umstøðum í varðhaldum

Amnesty: Tørvur á betri umstøðum í varðhaldum
Fongsulsviðurskiftini í Føroyum elva til óneyðuga nógvar avbyrgingar, sigur felagsskapurin
Tøl, sum Amnesty hevur fingið útflýggjað frá ákæruvaldinum, vísa, at í Føroyum eru lutfalsliga nógvar avbyrgingar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.11.2019 - 09:10

Umstøðurnar við bara einum varðhaldi hava við sær, at avbyrging verður brúkt meira, enn neyðugt hevði verið, um vit bæði høvdu varðhald og fongsul í Føroyum.

Tað sigur Føroya deildin hjá Amnesty International.

Í morgin kemur uppskot um dagføringar í rættargangslógini til fyrstu viðgerð í løgtinginum, og Amnesty hevur nýtt høvið at koma við nøkrum viðmerkingunum.

Felagsskapurin fegnast um dagføringarnar; men saknar hagtøl fyri varðhaldsfongslingar og avbyrgingar í varðhaldinum í Føroyum.

Færri avbyrgingar um fleiri varðhald vóru

Í hoyringarskrivinum vísir Amnesty á, at fongsulsviðurskiftini elva til óneyðuga nógvar avbyrgingar, og at avbyrgingarnar høvdu verið færri, um vit høvdu meira enn bara eitt varðhald í Føroyum.

Tøl, sum Amnesty hevur fingið útflýggjað frá ákæruvaldinum, vísa, at í Føroyum eru lutfalsliga nógvar avbyrgingar.

Til dømis í 2017 vóru tilsamans 13 avbyrgingar í føroyska varðhaldinum - einans fýra færri enn avbyrgingarnar í donskum fongslum.

Fegna dagføringunum í rættargangslógini

Amnesty tekur tó væl ímóti nøkrum av dagføringunum í rættargangslógini. Eitt nú broytingarnar í ásetingunum um rættin til hjásita.

  Vit vóna, at hetta hevur við sær, at ákæruvaldið fær møguleika at hava ein lista av hjásitum, so tað verður skjótari hjá til dømis teimum, sum melda neyðtøkumál at fáa skjóta og væl upplýsta atgongd til ein hjásita.

Eisini fegnast Amnesty um ætlanina at loyva óhefta politiklagumyndugleikanum at taka sær av føroyskum málum eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097