– Ætlaðu broytingarnar í pensjónskipanini kunnu hava við sær haldføristrupulleikar fyri kommunurnar í framtíðini.
Tað sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, sum fyrapartin var á fundi við Fíggjarnevndina hjá løgtinginum um ætlaðu broytingarnar í pensjónskipanini.