Reality Bytes við nýggjari útgávu

22.11.2019 - 21:11
ListTónleikur
Reality Bytes við nýggjari útgávu
Fýra nýinnspældir sangir á bæði fløgu og E.P.
Dania Tausen og Ingmar Mikkelsen úr Reality Bytes
Mynd: Leivur Thomsen  

Bólkurin Reality Bytes vann í ár Cement-kappingina og er nú klárur við nýggjari útgávu. Høvuðsvinningurin í Cement var tríggir dagar í Studio Bloch, og bólkurin var longu í upptøkuhølunum í august í ár.

Tað er Hans Poulsen, sum bæði hevur staðið fyri upptøkunum, miksað og mastrað. Dania Tausen og Ingmar Mikkelsen, sum vitjaðu í sendingini Vikuskifti, lótu sera væl at samstarvinum við Hans. "Hans er eitt jarn", eru tey samd um. Dania syngur, og Ingmar spælir tangentar.

Afturat sær hava tey Paula Reinert Poulsen á gittara, David Simonsen á bass og Tórð Dam Jacobsen á trummur. Tónleikurin er ein blandingur av rock, jazz, blues, funk og gospel. Hoyr prát við Reality Bytes her

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444