– Tíðin farin frá námsætlanunum

– Tíðin farin frá námsætlanunum
Farið eigur at vera frá verandi námsætlanum til námsætlanir við fáum grundleggjandi, fakligum málum, heldur formaðurin í Lærarafelagnum
Tað eru ov nógv mál, ið skulu náast í verandi námsætlanunum fyri fólkaskúlan, sigur formaðurin Føroya Lærarafelag
 
05.12.2019 - 08:09

– Vit eiga at fara frá hugsanini um eina námsætlan, har tað verða reksað ov nógv faklig mál upp, sum lærarin skal halda seg til, til eina námsætlan við fáum grundleggjandi fakligum málum og fleiri neyvt orðaðum støðismálum.

Tíðin er farin frá námsætlanunum í Fólkaskúlanum. Tað heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli Olsen. Allar lærugreinar í fólkaskúlanum hava námsætlan, sum lýsir, hvat endamálið og innihaldið í lærugreinini er.

– Vansin við okkara námsætlanum er, at har eru ov nógv mál, sum skulu náast, sigur Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, við Skúlablaðið.

Fleiri grannalond hava broytt sínar skipanir

Formaðurin vísir á, at bæði danir og norðmenn hava broytt sínar námsætlanir, so tær hava munandi færri faklig førleikamál, og ístaðin leggja dent á arbeiðshættir, soleiðis at næmingarnir kunnu fara í dýpdina í einstøku evnunum.

– Okkara næmingar klára seg ikki væl í arbeiðsháttinum, samanborið við næmingar í øðrum londum, og hetta er størsti munurin á okkara næmingum og næmingum í hinum Norðurlondununum.

– Teir (næmingarnir, red.) duga rætt og slætt ikki nóg væl at brúka ta vitanina, teir ogna sær, sigur Jacob Eli Olsen millum annað við Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391