Árliga jólakonsertin í Vesturkirkjuni

06.12.2019 - 19:40
Lívsstílur
Árliga jólakonsertin í Vesturkirkjuni
Tórshavnar Manskór og Tórshavnar Kamarkór fara at syngja í Vesturkirkjuni sunnudagin
Tórshavnar Manskór venur í Argja Skúla
Mynd: Leivur Thomsen  

Árliga jólakonsertin hjá Tórshavnar Manskóri verður sunnudagin í Vesturkirkjuni. Solistur í kórinum verður Daisy Johannesen Lolk, sum býr í Danmark. Einsini fer Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Bernhardi Wilkinsson at syngja á konsertini. Mads Winther er formaður í kórinum. Hann greiðir frá um konsertina umframt kórsang sum frítíðarítriv. - Hetta er balsam fyri sálina, sigur Mads, sum vónar - nú, hann er komin nakað til árs - at hann kann halda fram at syngja við kórinum eina góða tíð afturat. - Vit eru í løtuni nógvir mans í kórinum, eini 50 í tali, sigur Mads. Tí setur tað serlig krøv til karmarnar til venjingarnar hjá kórinum, sum nú hevur fingið innivist í auluni í skúlanum á Argjum. - Hetta passar okkum fínt, heldur Mads, og tað ger tað ikki verri, at eitt flygil eisini er tøkt hjá okkum at brúka. Mads Winther var gestur í vikuskiftissendingini

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444