Skottilburður í Miðvági

Skottilburður í Miðvági
Løgreglan skeyt í gjárkvøldið ein mann, ið skeyt eftir løgreglufólkum í Miðvági
 
10.12.2019 - 08:53

Løgreglan fekk klokkan 18:25 mánakvøldið fráboðan um, at ein maður í Miðvági hótti við at gera sjálvmorð, upplýsir Føroya Politi í tíðindaskrivi í morgun.

Tann, ið boðaði frá, segði, at maðurin hevði eina høglbyrsu, og at hann hótti við at skjóta. Løgreglan sendi fólk á staðið, sum avbyrgdu økið.

Løgreglan svaraði aftur við skotum

Tá løgreglan kom á staðið, skeyt maðurin fleiri ferðir eftir løgregluni. Skotini raktu ein løgreglumann, tó ikki meint, sum tað stendur í tíðindaskrivinum.

Løgreglan svaraði aftur við skotum, sum raktu mannin. Støðan hjá manninum, sum varð raktur av skotunum hjá løgregluni, er í løtuni óviss, sambært løgregluni.

Løgreglan í Keypmannahavn og Ríkisløgreglan skulu nú viðgera málið orsakað av leiklutinum hjá løgregluni í skottilburðinum í gjárkvøldið.

Hoyr samrøðuna við Steen Nørskov, sjefpolitiinspektør hjá løgregluni í Føroyum, sum útvarpið tosaði við í tíðindasendingini klokkan níggju, her:

1335483

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Hósdag 22. januar
Nýtt ljóð
203080
Hósdag 22. januar
Breddin: Revsitollur og handilskríggj
203070
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839