Boðsend sjey ferðir í ár

Boðsend sjey ferðir í ár
Bjargingartyrlan hevur higartil verið boðsend sjey ferðir í ár, at leita eftir fólkum í fjøllunum. Í flestu førum var talan um útlendingar
Bjargingartyrlan hevur higartil í ár verið sjey ferðir eftir fólki í fjøllunum, sum vóru komin í neyð. Í flestu førum var talan um útlendingar
 
11.12.2019 - 08:02

Tyrlan hevur verið boðsend sjey ferðir í ár, at leita eftir fólki í fjøllunum. Tað stendur í einum yvirliti, Fiskimálaráðið hevur gjørt til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum.

Í flestu førum var talan um útlendingar, sum vóru horvnir ella høvdu fingið skaða í fjøllunum. Eitt nú varð leitað eftir útlendskum manni í Fugloy í februar mánaði.

Fimm ferðir á skipum í ár

Seinni varð leitað eftir útlendskari kvinnu í Sandvík, og tyrlan varð eisini boðsend, tá ein útlendsk kvinna hevði fingið skaða á Kallinum.

Umframt at leita eftir fólki í fjøllunum, varð tyrlan eisini boðsend fimm ferðir í sjúkraflutningsørindum frá skipum. Og fýra ferðir varð neyðsignal sent, har tyrlan varð boðsend.

Í tveimum førum varð tyrlan send at leita eftir bátum, sum vóru illa staddir. Higartil er tyrlan boðsend 18 ferðir í ár til leiting og bjarging. Tað er munandi minni enn í fjør, tá varð tyrlan boðsend 27 ferðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andaktin
213532
Sunnudag 20. september
Útiguðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424