Eingin undirtøka fyri at áseta minstamark

Eingin undirtøka fyri at áseta minstamark
Meirilutin í fíggjarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið um minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum
 
14.12.2019 - 10:29

Samgonguflokkarnir og Framsókn í fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at áseta minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum.

Meirilutin í fíggjarnevndini sigur, at  undir hoyringunum hevur Kommunufelagið víst á, at dagstovnaøkið liggur hjá kommununum, og hvør einstøk kommuna umsitur sínar dagstovnar.

Landsstýrismaðurin á økinum hevur eisini víst á, at hann arbeiðir við at endurskoða alt dagstovnaøkið, og har vera normeringar eisini tiknar við. 

Minnilutin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, tekur undir við uppskotinum. Minnilutin heldur, at tað er neyðugt at seta eitt minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum, so børn fáa somu góðu tilboð á øllum dagstovnum í landinum. 

Lógarbroytingin tryggjar eisini, at skerjingar ikki vera á barnaøkinum, um barnatalið veksur, siga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í fíggjarnevndini. 

Atkvøtt verður um uppskotið í tinginum mánadagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327