Tunlarnir norður um Fjall kunnu ikki bíða

14.12.2019 - 12:22
Innlendis
Tunlarnir norður um Fjall kunnu ikki bíða
Peningur er ikki settur av á fíggjarlógini til at byrja uppá tunlarnar norður um fjall næsta ár, hóast hetta varð lovað í valstríðnum

Tunlarnir norður um Fjall kunnu ikki bíða, til Hvalbiartunnilin er skotin ígjøgnum.

Tað sigur Hendrik Akurstein, sum býr í Hvannasundi.

 Fólk Eystan Múla hava í mong ár gjørt vart við, at farleiðin er vandamikil, og nýggir tunlar norður um Fjall vórðu eisini nógv umrøddir í valstríðnum í summar.

Men eingir pengar eru settir av á fíggjarlógini fyri 2020 til at byrja uppá nýggja farleið norður um Fjall.

Í svari til fíggjarnevndina sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, at ætlanin er at tunlarnir norður um Fjall skulu koma afta ná Hvalbiartunnilin, og byrjar arbeiðið væntandi í 2021.

1400 akfør koyra gjøgnum tunlarnar norður um fjall um samdøgrið.

Verandi tunlar eru frá 1965 og 1967, teir hava bert eina koyribreyt og lúka ikki  krøv umhædd, breidd og trygdarútgerð, sigur Landsverki.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444