Nógvur laksur við bryggjuna í Klaksvík

Nógvur laksur við bryggjuna í Klaksvík
Sera nógvur laksur svam í gjár við bátabrúgvarnar í Klaksvík
01.01.2020 - 14:19

Í videobrotinum sæst ein tøtt torva av laksi sum svimur í millum bátarnar, sum liggja við brúnna. Lívfrøðingur, sum Kringvarpið hevur verið í samband við, sigur, at talan er sera sannlíkt um laks.

Enn er óvist hvaðani lakurin kemur. Umhvørvisstovan hevur ikki fingið nakra fráboðan um útslopnan laks. Um talan er um alilaks, sum er sloppin leysur, kann tað verða skaðiligt fyri umhvørvið.

Tað er serliga Bakkafrost, sum hevur alivirksemi nærhendis Klaksvík, men Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, sigur, tey vita ikki um, at alilaksur skal vera sloppin úr ringunum hjá teimum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858