Vit heiðra fólk, men fagna teimum

02.01.2020 - 11:58
Lívsstílur
Vit heiðra fólk, men fagna teimum
At heiðra er eitt sagnorð, sum bara stýrir hvønnfalli, og tí heiðra vit fólk - ikki fólki. Men vit kunnu fagna fólki fyri heiðurin
Tilvildarlig mynd

At fagna, heiðra, lova, prísa, rósa, virða, æra ...

Hóast hesi orðini minna um hvørt annað, so taka summi teirra hvønnfall og summi hvørjumfall.

  • Vit heiðra, virða og æra hann og hana (hvønnfall).
  • Vit fagna, lova, prísa og rósa henni og honum (hvørjumfall).

Tað er serliga orðið, heiðra, sum ofta verður brúkt við hvørjumfalli í staðin fyri hvønnfalli:

Vit heiðra tey fólkini, sum hava útinnt okkurt bragd; ikki teimum fólkunum.

Men vit kunnu fagna teimum fólkunum, sum hava heiður uppibornan. 

Heiður er eintalsorð

Orðið heiður er bara til í eintali.

Tað ber tískil ikki til at tosa um fleiri heiðrar.

'Ársins ítróttaheiðrar' hjá ÍSF skuldi heldur itið 'ársins ítróttaheiður' ella 'ítróttafagnan' - eisini hóast tey eru fleiri, sum fáa eina viðurkenning.

Og í staðin fyri at siga: 'Heiðrarnir, ið verða latnir, eru:' ber til at siga soleiðis: 'Hesi verða heiðrað:'

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659