Bíða eftir DNA-royndum av beinagrind í Kunoy

Bíða eftir DNA-royndum av beinagrind í Kunoy
Tveir útlendingar hvurvu í Føroyum í fjør
Heri Andreassen er leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni
 
03.01.2020 - 10:15

Løgreglan í Føroyum bíðar eftir DNA-royndum, soleiðis at deyða fólkið, sum varð funnið í Kunoynni í heyst, kann eyðmerkjast. Beinagrindin av einum fólki varð funnin í Skriðudali vestantil í Kunoy, norðan fyri bygdina.

Ein maður, sum skeyt harur, fann beinagrindina við ein stein. Beinagrindin er send rættarlæknastovninum í Danmark at verða kannað fyri DNA, men enn er einki svar komið, sigur Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni.

Eysturríkari og fraklendingur horvnir

Løgreglan veit um tveir útlendingar, sum hvurvu í Føroyum í fjør. Ein 29 ára gamal eysturríkskur maður hvarv í Fugloy í januar, og ein 31 ára gamal franskur maður, sum kom við Norrönu úr Íslandi í februar, er eisini horvin.

Fraklendingurin fór umborð á Norrönu í Seyðisfirði 20. februar á veg til Føroya, og at hann hevur gist í Føroyum í februar í fjør.

Familjan hevði av og á samband við mannin, seinast í januar í fjør, og ein vinmaður hansara seinast í februar í fjør.

Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 12:20
 

.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928