Mykines og ferðavinna: Útlendingar skulu gjalda

Mykines og ferðavinna: Útlendingar skulu gjalda
Føroyingar sleppa nú aftur at ganga ókeypis í haganum í Mykinesi.
 
07.01.2020 - 15:54

Nú verður dýrari at fara út um bøgarðarnar í Mykinesi, men tað er bara galdandi fyri útlendsk ferðafólk. 

Føroyingar sleppa nú aftur at ganga ókeypis í høgunum í Mykinesi.

Tað boðar hagastýrisformaðurin í  Mykinesi frá í dag. 

Tað eru fýra hagapartar í Mykinesi, sum saman hava gjørt av, at útlendsk ferðafólk skulu gjalda fyri at sleppa í hagan.

 Hetta verður gjørt fyri at verja hagan og fuglin.

Í fjør var eitt gjald upp á 100 krónur lagt á øll, sum fóru út um bøgarðin í Mykinesi.

Hetta gjaldið er nú hækkað upp í 250 krónur. Men bara útlendingar og skipað vinnulig ferðaløg skulu gjalda.

Føroyingar og børn sleppa ókeypis.

Sami leistur sum við Trælanípuni

Stýrisformaðurin í hagapørtunum í Mykinesi greiðir frá, at teir brúka sama leist sum eigararnir í hagapørtunum við Trælanípuna: at føroyingar sleppa ókeypis, men ferðafólk skulu gjalda.

Henda skipanin krevur størri umsiting, men eigararnir av hagapørtunum halda, at tað er týdningarmikið, at føroyingar sleppa at ganga ókeypis í egnum landi.

Hinvegin halda teir,  at tað er rímiligt at ferðavinnan skal gjalda fyri slit á hagan. 

Hagastýrisformaðurin í Mykinesi sigur, at bøndurnir ikki fáa pengarnar frá ferðafólkunum.

Teir verða settir í ein grunn, sum hevur til endamáls at bøta um viðurskiftini í Mykinesi.

Eitt nú verða pengarnir nýttir til at gera gøtur í høgunum.

Teir fýra hagapartarnir hava í felag stuðla keypi av samskiftisútgerð og altartalvu til kirkjuna í Mykinesi, sum kendi listamálarin, Mikines, hevur málað.

Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858