Dávur spælir fyri hjá Føroya-symfonikkarunum

10.01.2020 - 19:08
ListTónleikur
Dávur spælir fyri hjá Føroya-symfonikkarunum
Lutfalsliga ókenda verkið eftir amerikanska Elmer Bernstein hevur huglag eins og romantiskur filmstónleikur úr 50'unum, heldur gittaristurin
Dávur Birgisson við gittaranum
Mynd: Leivur Thomsen  

Um vikuskiftið verður árliga nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri. Dávur Birgisson er solistur í konsertini. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá honum at fregnast um, hvussu tað gongst við fyrireikingunum. - Nótarnar ferkk eg í september, sigur Dávur, og við tí hevði eg góða tíð at venja meg at spæla verkið. Spurdur um, hvørt gittarin nú man fara at standa mát við stóra orkestrið í ljóðstyrki, svarar Dávur, at gittarin sjálvandi er forstyrktur - annars hevði tað ikki kunnað latið seg gera. Hoyr eitt brot úr verkinum, sum á sologittara uttan orkestur ljóðar heldur fragmenterað. Men tað ornar Dávur við, at hann murrar orkesturstrofurnar afturvið, tá ið steðgur er í gittarnótunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418