Trump fær múrin millum Meksiko og USA

Trump fær múrin millum Meksiko og USA
Donald Trump kann nú brúka pengar av játtanini til verjuendamál at byggja múrin millum Meksiko og USA
 
11.01.2020 - 12:20

Donald Trump, forseti kann nú fara undir at byggja múrin, sum hann ætlar at gera ímillum USA og Meksiko. Og hann kann brúka pengar av játtanini til verjuendamál.

Tað kann hann, eftir at ein kærudómstólur hevur ógildað avgerðina hjá einum dómstóli í El Paso í Texas, sum í desember gjørdi av, at forsetin ikki kann nýta pengar til verjuendamál til ætlanina.

- Hetta er ein sigur fyri rættarstatin, tí vit royna av øllum alvi at tryggja markini, og vit fara at byggja múrin, eru boðini úr Hvítu Húsunum.

Tá Donald Trump varð valdur til forseta, boðaði hann frá, at hann fór at byggja ein múr á markinum ímillum USA og Mexico, fyri at steðga teimum nógvu fólkunum sum royna at koma um markið, og ikki minst fyri at steðga nógvu rúsevnunum sum koma um markið.

Í februar í fjør lýsti forsetin eina tjóðskaparliga kreppu á markinum, og tí helt hann seg kunna játta neyðugu pengarnar til múrin, uttan at biðja kongressina um pengarnar.
Hann fekk 1,4 milliardir dollarar til økt eftirlit á markinum, men fekk ikki pengar til múrin, sum fer at kosta 32 milliardir kr.
Hægstirættur í USA hevur fyrr góðkent at forsetin kann nýta 2,5 milliardir dollarar til múrin, men nú kærudómstólurin hevur evgreitt málið, kann forsetin byggja múrin, skrivar Daily Mail.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576