Nærum ógjørligt at broyta fiskivinnuna

14.01.2020 - 18:09
Innlendis
Nærum ógjørligt at broyta fiskivinnuna
Tað er tórført at gera broytingar í fiskivinnupolitikkinum, tí vinnan hevur so stórt vald

Hóast stríðið um tilfeingi í havøkinum kring Føroyar hevur fylt nógv í polititska skipanini seinnu árini, er lítið og einki vinnupolitiskt tey síðstu tretivu árini. 

Orsøkin til tað er, at politiska skipanin ikki er nóg sterk til at gera broytingar, ið ganga móti einum skarða av vinnulívsmonnum, ið fingu kvotur í 1987. Tað er høvuðsniðurstøðan í eini vísindarligari grein, ið Jóannes Jacobsen, ph.d. í búskaparfrøði, kunngjørdi í atljóða vísindaliga tíðarritinum Marine Policy í oktober. 

Greinin er ein søguliga gjøgnumgongd av broytingum - ella manglandi broytingum - í lóggávuni viðvíkjandi botnfiskaflotanum frá 1987 til 2018. Í greinini grundgevur búskaparfrøðingurin fyri, at orsøkin er, at teir reiðarar, ið fingu fiskiloyvini í 1987, eru blivnir so máttmiklir, at tað síðan hevur verið trupult at broytt nakað uttan teirra samtykki. 

Í greinini verður víst á, at ymiskar royndir hava verið gjørdar fyri at broyta vinnupolitikkin, men hvørja ferð er tað enda við, at tað eru teir somu reiðararnir, ið sita við tí mesta. 

Og aftaná tíggju ár við politiskum og vinnuligum rembingum í kjalarvørrinum av, at føroyingar fingu eina størri makrelkvotu, staðfestir búskaparfrøðingurin, at einki er broytt síðan fiskiloyvini blivu útluta í 1987.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andaktin
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507