Ferðavinna: Ódámligt at gera mun

16.01.2020 - 18:23
Innlendis›Samfelag
Ferðavinna: Ódámligt at gera mun
Fólk kenna seg sum annanrangsborgarar, tá myndugleikar og ferðavinnan gera mun á føroyingum og útlendingum, heldur stjórin á Visit Faroe Islands

Føroyingar skulu ikki gjalda fyri at ganga í haganum, men tað skulu útlendingar. Tað siga bæði landstýrismaðurin, sum umsitur ferðavinnuna og bøndirnir, sum fyrsta dagin koma við eini skipan sum ferðafólk skulu keypa sínar ferðir ígjøgnum. 

Tað er ódámligt, helur Gurið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.

Helgi Abrhamsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, var eisini greiður á máli, tá hann var í breddanum í síðstu viku. Føroyingar skulu ikki gjalda, men tað skulu útlendingar. Hvussu tað heilt ítøkiliga skal skipast vildi landsstýrsimaðurin ikki siga nakað um. 

Hvussu vit skilja milum føroyingar og onnur vildi landsstýrismaðurin ikki koma inn á enn - ta finna vit útav, var svarið.

Men nú skal eisini strandferðslan skilja millum føroyingar og onnur, sigur Jøregn Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Orsøkin er, at føroyingar gjøgnum skattin fíggja trýgjar fjórðingar av hvørjum ferðaseðli, sum verður keyptur. 

Ein føroyingur er sambært landsstýrismanninum ein, sum hevur eitt føroyskt p-tal og eitt føroyskt pass.

Men hvat er ein føroyingur? Og hvussu gera vit eina gjaldskipan, sum ger mun fólki uttan at tey kenna seg sum annanrangs-borgarar?

Tað spyrja vit Hilmar Eliasen um í Breddanum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650