Útfluttu fyri tíggju milliardir í fjør

Útfluttu fyri tíggju milliardir í fjør
Laksurin er framvegis nummar eitt í útflutningstølunum. Vøksturin er meira enn 700 milliónir krónur
Mynd: Hagstovan  
 
20.01.2020 - 09:28

Føroyar hava útflutt fyri minst tíggju milliardir krónur í fjør.

Til 1.desember var utflutt fyri 9,4 mia. kr., upplýsir Hagstovan.

Hetta er hálvonnur milliard meira enn í 2018, frá januar til desember.

Toskaútflutningurin er 270 mió. kr. størri, makrelurin gav 300 mió. kr. meira í fjør og sildin tað sama.

Laksur nummar eitt

Laksurin er framvegis nummar eitt í útflutningstølunum. Har er vøksturin yvir 700 milliónir krónur.

Sjey prosent meira fiskur varð útfluttur í fjør.

Innflutningurin vaks eisini í fjør, men ikki so nógv sum útflutningurin.

Frá 1.januar til 1.desember í fjør varð innflutt fyri átta milliardir krónur. Vøksturin er 333 mió. kr, fýra prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025