Eysturoyartunnilin kann verða seinkaður

Eysturoyartunnilin kann verða seinkaður
Arbeiðið at tetta lekarnar í tunlinum krevur meira tíð enn mett
 
20.01.2020 - 17:00

Eysturoyartunnilin skal eftir ætlan verða klárur at taka í brúk í desember í ár, men í løtuni er óvist, um arbeiðið fer at halda tíðarætlanina. 

Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar, sigur, at enn er ov tíðliga at staðfesta, um arbeiðið verður liðugt til ásetta tíð, men hann ásannar, at tíðarætlanin er knøpp. 

Tað er serliga arbeiðið at tetta lekar í tunlinum, ið krevur meira tíð enn upprunaliga mett.

Tað seinkar onnur arbeiði, ið ikki kunnu gerast, fyrr enn liðugt er at tetta lekarnar.

Arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin byrjaði í 2016, og tunnilin fer at stytta farleiðina millum Havnina og Skálafjørðin munandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655