Kjak um útlendska arbeiðsmegi

21.01.2020 - 18:00
Innlendis
Kjak um útlendska arbeiðsmegi
Arbeiðsgevarafelagið vil hava lættari atgongd til arbeiðsmegi frá triðjalondum. Tað kevur meiri eftirlit og skipaði viðurskifti, sigur Samtakið

Tað skal vera lættari hjá føroyskum arbeiðsgevarum, at fáa útlendska arbeiðsmegi. Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú arbeiðsloysið er niðri á 0,8 prosentum.
Í 2014 hækkaði løgtingið markið fyri, nær faklærdir ES borgarar kunnu ferðast frítt inn í landið fyri at arbeiða til, at arbeiðsloysið skal vera 6 prosent fyri faklærd - 3,5 fyri ófæklærd

Men seinastu árini hevur arbeiðsloysið ligið langt undir markinum fyri nær ES borgarar kunnu ferðast frítt til landið og í dag eru 1.697 útlendingar skrásettir at vera búgvandi í Føroyum. Tá telja útlendingar, sum hava fingið varandi uppihaldsloyvi ikki við.
Av hesum knapt 1.700 útlendingunum, sum eru skrásettir at búgva her heima eru 880 úr Evropa undantikið norðurlond og tað eru fyri tað mesta menn.
466 eru úr Asia og her er talan fyri tað mesta um kvinnur.

Stórsti bólkurin er úr Fillipinunum - 233, harav 178 kvinnur og 55 menn
Næststørsti bólkurin er rumenar - teir eru 226 í tali 165 menn og 61 kvinnur.
Pólland ligur á einum triðjaplássi við 181 tilflytarum - harav 153 eru menn og 28 eru kvinnur.

Fyrstu 11 mánaðirnir í fjørð komu 222 útlendingar til Føroyar at búgva - tað er enn ikki greitt hvaðani hesi koma og um tey eru í arbeiðsørindum ella tí tey eru flutt til Føroya av øðrum orsøkum.
Talið av upprunaarbeiðsloyvum í Føroyum var í 2014 224 - í 2018 var hetta talið 583 sambært kanningini "Rumenar á Loftinum", sum arbeiðstakarafeløgini gjørdu á sumri í fjør.

Sambært Føroya Arbeiðsgevarafelag mangla allar vinnugreinar arbeiðsmegi, nú arbeiðsloysi er 0,8 prosent.

Men arbeiðstakarafeløgini eru ikki heilt ávlulig við støðuna.

Tann 14. juli sendu tey skriv til miðlarnar, har tey mótmæltu, at tað verður lættari hjá triðjalandsborgarum at koma inn á føroyska arbeiðsmarknaðin.

Kjak millum Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum og Sonju Jóvansdóttir, samskipara hjá Samtakinum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136