USA mælir til tættari samstarv við Føroyar

22.01.2020 - 15:39
Innlendis›Politikkur
USA mælir til tættari samstarv við Føroyar
Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, hevði fund við arktisku nevndina hjá fólkatinginum í gjár

Eitt tætt samstarv millum USA, Føroyar og Grønland førir til framburð fyri fólk og búskap.

Haraftrat styrkir tað trygdina, so at tjóðir við óreiðiligum ætlanum ikki fáa fótafesti í arktiska økinum.

Tað sigur Carla Sands, amerikanska sendikvinnan í Danmark, sum hevði fund við arktisku nevndina hjá fólkatinginum í gjár.

Fleiri herskipavitjanir

Í fjør var amerikanska herskipið USS Donald Cook á vitjan í Føroyum. 

Endamálið við vitjanini var millum annað at knýta tættari bond millum Føroyar og USA.

Og USA fer at senda fleiri herskip á vitjan í Føroyum, um áhugi er fyri tí, sigur Carla Sands.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037