Ummæli: Ikki illa meint

Ummæli: Ikki illa meint
Ummæli av føroyska stuttfilminum "Ikki illa meint"
24.01.2020 - 17:26

Í "Ikki illa meint” hitta vit Elinborg og Maritu, sum bráddliga síggja hvørja aðra, meðan tær keypa inn. Tær tosa pent saman, men tað er týðiligt, at huglagið er spent, og ein uppgerð lúrir millum kølidiskarnar.

Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin spæla framúr væl í hesum gerandissorgarleikinum, sum tekur nútíðarevnir upp og vendir teimum á høvdið.

Andrias Høgenni, ein tann mest virkni og vælumtókti føroyski leikstjórin seinastu árini, hevur leikstjórnað "Ikki illa meint".

Andrias Høgenni hevur gjørt eina rúgvu av stuttfilmum og m.a. vunnið føroysku filmsvirðislønina, Geytan, tríggjar ferðir.

Í fjør vann Andrias Canal+ virðislønina á filmsfestivalinum, Cannes, fyri stuttfilmin “Ikki illa meint”.

Sunnukvøldið er stuttfilmurin “Ikki illa meint” tilnevndur ein Robert fyri besta stuttfilm, ið er filmsvirðislønin, sum danski filmsídnaðurin letur hvørt ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537