Ítøkiligar samráðingar byrja í vikuni

Ítøkiligar samráðingar byrja í vikuni
Semingsmenninir tosa við Starvsmannafelagið og Lønardeildina í dag
Semingsmenninir hava gingið ígjøgnum tilfarið frá báðum pørtum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.01.2020 - 11:12

Semingsstovnurin hevði fund við Starvsmannafelagið fyrrapartin. Og seinni í dag verður fundur við Lønardeildina. Ítøkiligar sáttmálasamráðingar byrja nú í vikuni, kanska í morgin.

Semingsmenninir hava gingið ígjøgnum alt tilfarið frá pørtunum, og fingið greiðu á, hvat tað er, sum skilir partarnar.

Nú er ein góð vika síðani, at Lønardeildin sendi boð eftir Semingsstovninum, tí so langt var millum tað, sum Starvsmannafelagið krevur í lønarhækking, og tað, sum Fíggjarmálaráðið vil lata.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520