Corona: Tveir danir avbyrgdir

bannari
Corona: Tveir danir avbyrgdir
Eitt flogfar kom í nátt til Roskilde við 10 dønum, sum hava verið í Hubei-landslutinum
Sjúkrabilar stóðu til reiðar á flogvøllinum í Roskilde
Mynd: DR  
 
03.02.2020 - 08:26

Tveir danir eru avbyrgdir eftir at teir í nátt vórðu fingnir heim úr Hubei-landslutinum í Kina, tí illgruni er um, at teir eru smittaðir við coronavirusinum.

Eitt hernaðarflogfar kom í nátt til Roskilde við teimum 10 dønunum, sum høvdu verið í Hubei-landslutinum.

Stutt eftir, at fólkini vóru komin heim, vórðu tvey teirra avbyrgd, sigur Anne-Marie Vengsted, stjóri í Stýrinum fyri sjúklingatrygd, sambært DR.

Metingin er, at tvey fólk eru í stórum smittuvanda, og vit hava tí avtalað, at tey skulu avbyrgjast í 14 dagar. Hini átta fólkini meta vit ikki, eru smittað við coronavirusinum. Tey eru øll væl og virðiliga kunnað um, hvørji fyrivarni, tey skulu taka.

Fylgja væl við

Tað sigur Anne-Marie Vengsted, ið samstundis undirstrikar, at Stýrið fyri sjúklingatrygd fer at hava eitt vakið eyga við teimum fólkunum, sum eru flogin heim úr Hubei-landslutinum í Kina.

Tey 10 fólkini vórðu fyrst flogin úr Wuhan, sum er miðdepil fyri coronavirusið, við einum fronskum flogfari til Suðurfraklands. Haðani vórðu tey flogin víðari til eina hernaðarfloghavn í Brússel, har tann eini danin varð lagdur inn á sjúkrahús.

Tá fólkini komu til Danmarkar, kannaðu læknar frá Stýrinum fyri sjúklingatrygd fólkini, og tað var tá, at heilsumyndugleikarnir mettu, at tvey fólk skulu avbyrgjast í 14 dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742