Grundstykkjalistin í Eysturkommunu tikin av

Grundstykkjalistin í Eysturkommunu tikin av
Fólk, sum vóru á bíðilistanum, fáa tær 20.000 krónurnar aftur, sum tey hava goldið fyri at sleppa á bíðilistan
Jóhan Christiansen er borgarstjóri í Eysturkommunu
 
03.02.2020 - 08:42

Nú ber ikki til longur at seta seg á bíðilista eftir grundstykki í Eysturkommunu.

Tí bíðilistin er rætt og slætt ikki til longur.

Býráðið í Eysturkommunu samtykti hóskvøldið eitt tilmæli um at taka av grundstykkjalistan í Eysturkommunu tann 1. februar, tí grundstykkjalistin kravdi nógva orku at umsita. 

29 á listanum 

21. januar vóru 29 fólk á bíðilistanum. Flestu umsóknirnar, 11, vóru um stykki í Syðrugøtu.  

14 grundstykki vóru tøk í Eysturkommunu tann 21. januar. Og 17 hava søkt um neystagrund í Norðragøtu.

Í staðin fyri at hava bíðilista, verða grundstykki lýst alment til sølu á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.

Fólk, sum vóru á bíðilistanum, fáa tær 20.000 krónurnar aftur, sum tey hava goldið fyri at sleppa á bíðilistan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358