Kinesiska kvinnan var ikki smittað

bannari
Kinesiska kvinnan var ikki smittað
Eitt annað fólk verður framvegis kannað fyri coronavirus
Kinesiska kvinnan varð flutt á sjúkrahús í Hvidovre til kanningar, men hon er ikki smittað við coronavirus
 
07.02.2020 - 15:45

Kinesiska kvinnan, sum er kannað fyri coronavirus, er ikki smittað, upplýsir danska heilsustýrið fyri danska kringvarpinum.

Kvinnan var ferðafólk við einum flogfari úr Kina, sum setti seg í floghavnini í Kastrup tíðliga í morgun. Hon boðaði frá, at hon hevði sjúkueyðkenni, sum mintu um beinkrím.

Síðani varð kvinnan flutt á sjúkrahúsið í Hvidovre, har hon varð løgd í eina sjúkrastovu, har sjúklingar verða avbyrgdir.

Avbyrgdu floghavnina

Partar av farstøðini í floghavnini í Kastrup vórðu avbyrgdir, meðan vaskað varð upp og niður. Ein annað fólk er eisini innlagt á sjúkrahúsið í Hvidovre, tí illgruni er um coronavirus. 

Danska Heilsustýrið væntar at frætta nærri frá Serumstovninum um hetta fólkið seinni í dag.

KInesiska kvinnan, sum ikki er smittað, og fólkið, sum framvegis verður kannað, hava einki við hvør annan at gera, og hava heldur ikki verið í sama flogfari, skrivar DR. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194