Grønland kunnar USA og Bretland um oljuleiting

Grønland kunnar USA og Bretland um oljuleiting
Endamálið er at fáa lív í aftur áhugan fyri at leita eftir olju og gassi við Grønland
Kim Kielsen, landsstýrisformaður, kunningar amerikansk og bretsk oljufeløg um oljuleiting
 
10.02.2020 - 09:42

Landsstýrið í Grønlandi hevur samtykt fýra ára ætlan um olju og gass. Og landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, hevur verið í USA og kunnað oljufeløgini um ætlanina.

Kunningin umfatar jarðfrøðina, nýggjastu kanningarnar og lóggávuna. Endamálið er at fáa lív í aftur áhugan fyri at leita eftir olju og gassi við Grønland.

Stórur eftirspurningur

Kim Kielsen sigur, at Grønland tekur undir við, at CO2 útlátið skal minka, - millum annað skal vatnorka brúkast í staðin fyri olju.

Men veruleikin er bara tann, at størri eftirspurningur eftir olju og gassi verður næstu árini. Og Grønland hevur sama rætt sum onnur at leita eftir og selja olju og gass, sigur Kim Kielsen.

Í dag er Kim Kielsen í London og kunnar oljufeløg har um ætlanina hjá Grønlandi at leita eftir olju og gassi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938