Hetta er ársins skip í FAS

Hetta er ársins skip í FAS
Sjóvinnustýrið hevur kosið Vinga Safir at vera ársins skip í 2019
Vinga Safir er ársins skip í FAS í 2019
 
11.02.2020 - 08:58

Tangaskipið Vinga Safir er ársins skip 2019 í FAS, føroysku altjóða skipaskránni.

Sjóvinnustýrið hevur kosið Vinga Safir at vera ársins skip.

Trý skip eru á øðrum plássi. Tey eru Tórsborg, Freja og Svitzer Geo.

Ársins skip verður kosið, tí raksturin og trygdin eru serliga góð. Skipið verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnareftirliti, Port State Control, seinastu trý árini. 

Væl rikin og trygg

Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg. 

Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum, so tað hevur gott pláss á hvíta listanum, besta listanum, hjá Paris MoU.

ParisMoU kannar skip, sum koma í havnir í Evropa og í londum við Norðuratlantshav.

Vinga Safir er svenskt skip, sum er skrásett í Føroyum og siglir undir føroyskum flaggi. Vinga Safir er bygt í 2000. Smápartafelagið Sol Tankers í Havn eigur skipið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904