Størsti vøksturin í fólkatalinum var í Havn

Størsti vøksturin í fólkatalinum var í Havn
Lutfalsliga var størsti fólkavøksturin í Eysturoynni og í Vágum
Fólkatalið vaks 822 í fjør
 
12.02.2020 - 08:52

822 fólk løgdust afturat fólkatalinum í Føroyum í fjør.

Fólkatalið var 52.124 tann 1.januar í ár.

Men fólkavøksturin er ikki tann sami allastaðni. Hann er størstur í miðøkinum.

Mest í Havn og í Eysturoynni

Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, 350 fólk, og í Eysturoynni, 283 fólk. 

Í Vágum komu 78 fólk afturat og í Norðoyggjum 72.

Í Streymoynni vaks fólkatalið 33, tá høvuðsstaðurin ikki er taldur við, og í Suðuroynni komu sjey fólk afturat í 2019.

Minkaði í Sandoyar sýslu

Í Sandoyar sýslu minkaði fólkatalið, men ikki nógv. 

Har var eitt fólk færri 1.januar í ár enn 1.januar í fjør.

Lutfalsliga var størsti vøksturin í fjør í Eysturoynni, 2,5 prosent, og í Vágum, 2,4 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483