Breddin: Valstríð, fiskiloyvi og uppstillingarval

Breddin: Valstríð, fiskiloyvi og uppstillingarval
Trý evni eru í Breddanum í dag
 
12.02.2020 - 12:02

Tað skal verða lættari at fáa innlit, hvør fíggjar valstríðið hjá flokkum, løgtingslimum og valevnum.

Tað heldur Kristina Háfoss, ið vegna Tjóðveldi, hevur lagt eitt uppskot fyri tingið um at áleggja flokkum og øðrum at upplýsa um hesi viðurskifti.

Uppskotið hevur ikki fingið eina góða móttøku í løgtinginum, tí ein meiriluti í Rættarnevndini mælir frá at samtykkja tað.

Fyrrverandi politikarar koma í útvarpsstovuna at kjakast um evnið.

Fiskiloyvi

Fiskimálaráðið læt eitt nýtt fiskiloyvi til línuskip í januar í ár, so reiðaríið Deep C Fishing eisini kundi fáa av teimum 4.000 tonsunum av makreli, sum vórðu býtt út í desember.

Hetta varð gjørt, hóast ráðið fyrr hevur staðfest, at reiðaríið hevði ikki rætt til loyvið.

Uppstillingarval

Bernie Sanders vann undanvalið í New Hampshire, men munurin millum hann til Pete Buttigieg var ikki stórur. Sostatt hava teir báðir lagt seg á odda, nú teir báðir fyrstu statirnir hava valt.

Meðan fagnaðurin var stórur á teirra viðhaldsfólki, var hýrurin ikki so góður á viðhaldsfólkunum hjá Joe Biden.

Fyrrverandi varaforsetin var leingi favorittur at vinna demokratiska tilnevningina, men eftir at hava staðið seg illa bæði í New Hampshire og Iowa verða nú alsamt fleiri spurningar settir við, um Biden er rætti maðurin at vinna á Donald Trump.

Í telefonini úr USA hava vit Regin Winther Poulsen, ið hevur fylgt við valinum.

Breddin í útvarpinum í dag klokkan 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481